25-02-2021

Sleppa undan at søkja um svenskt koyrikort

Føroyingar í Svøríki sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort og kunnu halda fram at brúka føroyska koyrikortið.

Svenska stjórnin hevur gjørt undantak í koyrikortlógini, soleiðis at føroyingar ikki longur noyðast at skifta til svenskt koyrikort fyri at kunna halda fram at koyra í Svøríki.

Higartil hava føroyingar brúkt føroyska koyrikortið tað fyrsta árið, teir vóru búsitandi í Svøríki, men noyddust síðani at søkja um svenskt koyrikort, tá teir høvdu búð í Svøríki í meira enn eitt ár.

Hetta kravið fór úr gildi 1. januar 2021. Føroyingar, sum búgva, arbeiða ella lesa í Svøríki, sleppa nú at halda fram at brúka føroyska koyrikortið á svensku vegunum.

Føroyar hava í nógv ár trýst á sviar um at sleppa kravinum um, at føroyingar skulu útvega sær svenskt koyrikort, og nú hevur svenska stjórnin so avgjørt at strika kravið.

Øll tíðindi