Tíðarvist sýn

Akstovan boðar skrásettum akførum (persónbilum og vørubilum) til regluligt sýn eftir at tey eru umleið 4 ára gomul, tó vinnuakførum tá tey eru eitt ára gomul.

Við sýnið verður kannað at akfarið framvegis lýkur lógarinnar krøv og annars er í nóg góðum standi.

Er alt er í lagi, verður akfarið góðkent, og fær eina sýnsfrágreiðing sum váttar hetta, møguliga við onkrari treyt fyri góðkenningini.
Er akfarið ikki í lagi, fær tað boð um at koma til umsýn, tá ið talan er um brek, ið ikki eru so álvarslig at akfarið kann metast at vera óforsvarligt at koyra við. Akfarið fær tá eina sýnsfrágreiðing ið greiðir frá hvørji brek eru.
Er akfarið í sovorðnum standi, at mett verður at tað ikki er forsvarligt at koyra víðari við, fær tað nýtslubann, og kann ikki koyra víðari áðrenn tað er umvælt sambært sýnsfrágreiðingini. Talan kann í ávísum førum eisini verða um at nummarspjøldrini verða tikin.

GG! Sýnsfrágreiðingin skal vísa hvørjir partar av akfarinum ikki eru ílagi.
Um talan t.d. er um rustaði bremsurrør, merkir hetta at bremsirørsskipanin ikki er í lagi, og skal gjøgnumgangast fyri tering, øll sum hon er.
Sýnsfrágreiðingin er ikki ætlað til út í æsir at peika á hvat bremsurør skal skiftast.

Hereftir verður akfarið boðað til regluligt sýn annað hvørt ár, vinnuakfar tó hvørt ár.