Avmarkaði ynskinummarspjøldur

Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bókstavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsókn um avmarka ynskinummarspjøldur skal latast Akstovuni. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl.

Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummarspjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur.

Gjaldið fyri avmarkaðið ynskinummarspjøldur er kr. 1.000,-