Neyðsendarakfør og líkvognar - § 7, stk. 1, nr. 2

Neyðsendarakfar og líkvognur eru undantikin virðisavgjaldi.

Neyðsendarakfar og líkvognur undir 3.500 kg, eru undantikin CO2-avgjaldi.

Neyðsendarakfar og líkvognur rindað burturbeiningargjald á kr. 5.000.

Neyðsendarakfar kann bert verða skrásett við heimild í §§ 2 og 3, í kunngerð nr. 60 frá 2. august 1979 um neyðsendarkoyring.

Verður neyðsendarakfar ella líkvognur skrásettur til privata nýtslu, áðrenn 36 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum neyðsendarakfar ella líkvognur, verður virðisavgjaldið og CO2-avgjaldið goldið, sbrt. §§ 3 ella 4 og § 9, stk. 1, nr. 2), lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 36 mánaðunum.
CO2 avgjaldið verður goldið sbrt. § 8, stk. 3.