Innflutningur av nýggjum akførum

Innflutningur av akfari við ES-typugóðkenning:

Fyri at kunna skráseta eitt nýtt akfar, sum hevur ES-typugóðkenning, er neyðugt at útvega eitt sokallað ”CoC”-sertifikat (Certificate of Conformity) fyri akfarið. Hetta skjal inniheldur allar viðkomandi tøkniligar upplýsingar um akfarið.

 

Til skrásetingarsýnið skal ”CoC”- sertifikat havast við, umframt útfyllt oyðublað ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum”, sum er at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.

Tá akfarið er góðkent, kann tað boðast til skrásetingar hjá akfarsskrásetingini.

Í hesum sambandi skal latast inn ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum”, ”CoC”- sertifikat, fakturi og tollkvittan.

Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er og hevur undirskrivað fráboðan til sýn, hevur fastan bústað her á landi.

Eisini skal trygging vera teknað fyri akfarið, áðrenn tað kann verða skrásett.

Tá akfarið er skrásett hjá Akstovuni og viðkomandi gjøld eru goldin, kunnu nummarspjøldur útflýggjast.

 

Innflutningur av akfari uttan ES-typugóðkenning:

Um akfarið ikki hevur eina ES-typugóðkenning, er neyðugt at útvega eina ”Dataerklæring” í staðin fyri ”CoC”-sertifikat. Hetta oyðublað er at finna á heimasíðuni hjá danska ferðslustýrinum (www.fstyr.dk).

Henda ”Dataerklæring” skal váttast av framleiðara ella importøri av viðkomandi akfari, ella av góðkendari royndarstovu ella góðkendari tekniskari tænastu.

Legg til merkis: Báðar síður á "Dataerklæring" skulu vera á sama pappírsarki.

Til skrásetingarsýnið skal ”Dataerklæring” havast við, umframt útfyllt oyðublað ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum”, sum er at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.

Tá akfarið er góðkent, kann tað boðast til skrásetingar hjá akfarsskrásetingini á Akstovuni.

Í hesum sambandi skal latast inn ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum”, ”Dataerklæring”, fakturi og tollkvittan.

Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er og hevur undirskrivað fráboðan til sýn, hevur fastan bústað her á landi.

Eisini skal trygging vera teknað fyri akfarið, áðrenn tað kann verða skrásett.

Tá akfarið er skrásett hjá Akstovuni og viðkomandi gjøld eru goldin, kunnu nummarspjøldur útflýggjast.