Ellisakfør

Ellisakfar í upprunalíkið

Ellisakfar í upprunalíkið er motorakfar, sum er 25 ár ella eldri, hevur upprunaskap, er í lítaleysum standi, hevur søguligt virði og er skrásett sum ellisakfar.

Motorakfar, sum er skrásett sum ellisakfar kann bert nýtast av og á, ella til serlig høvi.

Húsvognar og viðfestiakfør kunnu ikki skrásetast sum ellisakfar.

Sniðbroytt ellisakfar

Sniðbroytt ellisakfar er motorakfar, sum er 25 ár ella eldri, hevur eitt so mikið broytt snið, at tað tískil ikki kann skrásetast sum ellisakfar og er skrásett sum sniðbroytt ellisakfar.

Motorakfar, sum er skrásett sum sniðbroytt ellisakfar kann bert nýtast av og á, ella til serlig høvi.

Ellisakfar ella sniðbroytt ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning, vinnuligan fólkaflutning ella til vinnuligt endamál og rindar ikki vektgjald.