Á Vanganum hevur tú eitt yvirlit yvir skrásetingarskjøl, sýnseðlar, koyrikort og plátumiss.
Samstundis fært tú eina sjálvgreiðslu, so um okkurt skal broytast ella manglar, kanst tú avgreiða tað beinleiðis á Vanganum ella gera vart við tað.
Fráboðan um sýn: Á Vanganum fært tú fráboðanir um sýn, og tíðina finnur tú eisini aftur á tínum kalendara.
Broyt tíðina: Fært tú ikki komið til sýn ásetta dagin, kanst tú broyta tíðina beinleiðis á Vanganum.
Vangin er nýggj tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum so sum Akstovuni eru savnaðar. Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari hjá tær at avgreiða tíni viðurskifti.
Fyri at rita inn, skalt tú hava Samleikan hjá tær.