Koyrikort

Ongin persónur kann vera handhavi av meira enn einum koyrikorti.

Koyrikort kann verða givið persóni, ið við eini roynd vísir at hava nóg góð koyrievni og neyðugan kunnleika til akfarið og tess viðferð, umframt neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar. Koyrikort kann bert verða givið persónum, sum hava vanligan bústað í Føroyum.
 

 

Koyrikort kann verða givið til hesar bólkar:
 

Bólkur AM

AM-kota 175: Lítið prutl

AM: Stórt prutl

 

Bólkur A
AL: Lítil motorsúkkla
AS: Stór motorsúkkla
Harafturat motorsúkkla við síðuvogni

Bólkur B
Vanligur bilur.

Bólkur C
Lastbilur.

Bólkur D
Stórur persónbilur. (bussur)

Bólkur E
Stórt viðfestisakfar.
a) Bólkur B við stórum viðfestisakfari (bólkur B/E).
b) Bólkur C við stórum viðfestisakfari (bólkur C/E).
c) Bólkur D við stórum viðfestisakfari (bólkur D/E).

Bólkur BV
Vinnuligur fólkaflutningur til vanligan bil.

Bólkur DV
Vinnuligur fólkaflutningur til stóran persónbil (buss).

Traktorur/motoramboð