Góð ráð

Klárgering í samb. við sýn

Tá ið akfar kemur til sýn, verður kannað at tað er í lógligum standi. Sýnið er tískil ikki ætlað sum eitt høvi til at fáa gjørt ein umvælingarlista fyri eitt akfar sum frammanundan hevur sjónlig brek.
Tvørturímóti vænta vit at eigarin/brúkarin gevur akfari sínum so mikið ans, at møgulig brek verða umvæld beinanvegin, soleiðis at akfarið altíð er í lógligum standi.
Tá ið akfar møtir til sýn, skal tað vera reingjørt soleiðis at allir lutir tess lættliga kunnu kannast.

Í samband við umsýn kann tað koma fyri at sveisingar, og annað ið er umvælt, eru fjaldar av rustviðgerð, so at ikki ber til at gera metingar av gjørdu umvælingunum. Úrslitið kann gerast at sýnsmaðurin krevur rustviðgerðina burturbeinda fyri at kunna sýnað akfarið. Tí er best at bíðað við rustviðgerðini til sýnið er avgreitt.