Endurnýggjan av koyrikortinum

Koyrikort til bólkarnar AM (lítið prutl og stórt prutl), A (motorsúkklu), B (persónbil) og B/E (stórt viðfestiakfar til persónbil) og koyrikort til traktor ella motoramboð verður útgivið við gildi í 15 ár, tó í mesta lagi til handhavin hevur fylt 75 ár. Koyrikortið verður endurnýggjað við eini nýggjari tíðarbærari mynd.

Koyrikort til bólkarnar C (lastbil), C/E (stórt viðfestiakfar til lastbil), D (buss) og D/E (stórt viðfestiakfar til buss) við útgivið við gildi í 5 ár. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til bólk BV (persónbil) og DV (buss) verður útgivið við gildi í 5 ár. Koyrikortið verður endurnýggjað við eini nýggjari tíðarbærari mynd og eini læknaváttan til koyrikort. Harafturat skulu koyrikort til vinnuligan fólkaflutning hava eitt ferðslurelaterað fyrstahjálparprógv, sum í mesta lagi má vera 1 ára gamalt.

Koyrikort til persónar, sum hava fylt 75 ár, tá koyrikort verður útgivið, verður givið við hesum gildistíðum:
 

75-80 ár:            5 ár.

80 ár og yvir:     2 ár.

 

Umsókn um endurnýggjan av koyrikorti skal latast Akstovuni áðrenn gildistíðin á koyrikortinum er lokin.
Umsøkjarin skal í hjáveru av starvsfólki á Akstovuni undirskriva í serstakum øki á umsóknini. Kann viðkomandi ikki koma á Akstovuna, kann verða farið á nærmastu politistøð at útfylla umsóknina. Við umsóknini skal vera ein mynd, ið lýkur krøvini í § 3, stk. 2, í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort, umframt neyðugt samleikaprógv so sum áður útgivið koyrikort og ein læknaváttan.

Endurnýggjan av koyrikortinum kostar 250 kr., tó 150 kr. hjá teimum  sum endurnýggjað koyrikortið vegna heilsulig viðurskifti. Hjá teimum sum hava fylt 75 ár, verður onki goldið fyri endurnýggjan av koyrikortinum.


Eru trý ár ella meira liðin frá tí at gildistíðin at endurnýggja koyrikortið var lokin, skal viðkomandi til eina eftiransandi koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) á Akstovuni, áðrenn koyrirætturin kann verða endurnýggjaður.
 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

 

  • Umsókn um endurnýggjan av koyrikorti
  • Gamla koyrikortið
  • Læknaváttan. (ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Væltroffin fotomynd (hattleys) 
  • Ferðslurelaterað fyrstahjálparprógv (Vinnuligan fólkaflutinig)
  • Samleikaprógv um neyðugt
  • Gjald hjá umsøkjararum sum ikki hava fylt 75 ár kr. 250,-