21.06.2019

Nýggj ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2019-2027

Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2019-2027 varð handað landsstýrismanninum í Samferðslumálum tann 21. juni 2019 av einum arbeiðsbólki, sum hevði endurskoðað ferðslutrygdarætlanina síðan februar 2019.

Yvirskipaða málið við ferðslutrygdarætlanini er, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal verða 30% lægri í 2027 í mun til 2018.

Arbeiðsbólkurin hevur sett sjóneykuna á 8 fokusøki, sum mett vera týdningarmikil fyri at náa málinum. Hetta serliga tí tey umboða bólkar og slag av óhappum, sum lutfalsliga hava størri títtleika.

Tey 8 fokusøkini eru:

  1. Ov nógv ferð
  2. Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur
  3. Gáloysni
  4. Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
  5. Bleyt ferðsla
  6. Ungir bilførarar frá 18-24 ár
  7. Møtióhapp og stakóhapp
  8. Ferðafólk

Fyri hvørt fokusøki eru ásett tey tilmæli, sum verða mett at hava týdning fyri, at málið fyri júst hetta fokusøkið kann røkkast.

Tað eru í alt 70 ymisk tilmæli, og fyri hvørt teirra er ásett, hvør stovnur ella myndugleiki hevur ávirkan á, at júst hetta tilmæli kann fremjast. Hetta soleiðis, at øll, sum vara av – myndugleikar, stovnar og allir føroyingar taka Ferðslutrygdarætlanina 2019-2027 til sín.

Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2019-2017 sæst her.

Øll tíðindi