Frá 1. januar 2007 skulu allir nýggir bilar lúka Euro 4 normin fyri gassútlát.
Hetta merkir at nýggir bilar, ið ikki lúka hesar treytir, ikki kunnu skrásetast eftir 1. januar 2007, uttan so at skrivlig váttan frá Færdselsstyrelsen, um at bilurin fær undantaksloyvi frá nýggju krøvunum, fyriliggur.