20.04.2023

Fá koyrikortið á fartelefonina

Góða, gamla leðurmappan er skjótt farin tíð. Nú fiska vit telefonina upp úr lummanum og gjalda talgilt. Men hvussu við koyrikortinum? Kanska liggur tað í bilinum? Ella fórt tú upp á kompromis og keypti tær eitt "flip cover"? Hvussu er og ikki – nú kanst tú gloyma alt um hatta, tí nú kanst tú fáa koyrikortið beint á telefonina.

Skjáttan er spildurnýggj app, har tú kanst hava koyrikort og samleikakort á telefonini.

Talgilda koyrikortið er ikki bara ein mynd av koyrikortinum. Kortið er talgilt, so um Akstovan ger broytingar í kortinum, t.d. um tú fært loyvi til motorsúkklu ella lastbil, so verður tað eisini broytt í talgilda koyrikortinum, sigur Tórunn Miðberg á Akstovuni.

Hetta munnu tey flestu fara at fegnast um. Serliga tey ungu, ið ofta skulu prógva sín aldur, leggur hon afturat. Á talgilda koyrikortinum stendur ikki bara, hvat dato tú vart borin í heim, men eisini hvussu nógv ár tú ert nú.

Enn hevur talgilda koyrikortið tó bara gildi í Føroyum, so um tú fert uttanlands, mást tú minnast til eisini at hava plastkortið við.  

Vit í Akstovuni eru sera spent, skoytir Tórunn uppí. Vit halda, at tað er sera stuttligt, at eitt so lítið land sum Føroyar megna at gera hetta. Tá ið vit nevndu hugskotið fyri Talgildu Føroyum um eitt talgilt koyrikort, vórðu tey sera sinnað, og fóru tey beint at seta hetta í verk. Nú kunnu føroyingar so taka Skjáttuna niður og hava talgilt koyrikort og samleikakort á telefonini.

Tað eru Talgildu Føroyar, ið menna Skjáttuna, sum hýsir talgilda koyrikortinum. Skjáttan kann takast niður á App Store og Google Play Store.

Øll tíðindi