19-12-2011

Euro 5 í gildi fyri ávísar vørubilar frá 1. januar 2012.

Danska Trafikstyrelsen hevur júst sent út nýggja sýnsvegleiðing, galdandi frá og við apríl 2012.

Tann 1. januar 2011 kom Euro 5 umhvørvisnormurin í gildi fyri persónbilar og fyri vørubilar við eini referensuvekt upp til 1305 kg.

1. januar 2012 kemur Euro 5 so í gildi fyri vørubilar við eini referensuvekt yvir 1305 kg.

Vanligu reglurnar fyri undantaksloyvi (dispensatión) verða tó galdandi í hesum sambandi.

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Trafikstyrelsen.

 

http://www.fstyr.dk/DA/Groen-Transport/Luftforurening-fra-biler/EURO-norm-5.aspx

Øll tíðindi