15.08.2023

Kunning viðvíkjandi virðisavgjøldum í samband við skráseting av persónbilum við hybrid tøkni (HEV) ella plugin-hybrid tøkni (PHEV).

Vísandi til løgtingslóg nr. 26 frá 27. februar 2023 – um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakfarøum, § 1, nr. 1, so verður ásetingin í løgtingslóg nr. 33 frá 19. Mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum § 3, stk. 2 avtikin, galdandi frá 1. september 2023.

Hetta merkir í stuttum, at ásetingin um at persónbilar við hybrid tøkni (HEV) ella plugin-hybrid tøkni (PHEV), skulu rinda 30% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr. og 45% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr verður avtikin.

Frá 1. september 2023 koma hesi akfør undir ásetingina í § 3, stk. 1 og skulu rinda 50% í virðisavgjaldi av avgjaldskylduga virðinum til og við 100.000 kr., og 75% í virðisavgjaldi av avgjaldskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.

Vísandi til § 2, stk. 3 so skal virðisavgjald gjaldast tá motorakfarið verður skrásett.

 

Øll tíðindi