Burturmist koyrikort

Er koyrikortið mist burtur váttar umsøkjarin hetta við undirskrift síni á umsókina undir revsiábyrgd, sambært, § 163 í revsilógini. Umsóknin fæst á Akstovuni ella á politistøðini, og skal verða útfylt av hjáveru av einum av starvsfólkunum á nevndu støðum.
 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn:

Umsókn um koyrikort - broytingar
Væltroffin passmynd. (hattleys)
Samleikaprógv.
Gjalda kr: 250.