Innflutningur av brúktum akførum

Innflutningur úr einum ES-landi ella EØS-landi:

Fyri at kunna skráseta eitt brúkt, innflutt akfar í Føroyum, er neyðugt at fáa til vega upprunaliga skrásetingarskjalið hjá seinasta eigara.

Eitt ES-skrásetingarskjal kann vera í einum ella tveimum pørtum. Báðir partar skulu útvegast um talan er um skrásetingarskjal í 2 pørtum.

Tá akfar hevur skrásetingarskjal úr einum ES-landi ella EØS-landi, er hetta samstundis ein váttan fyri at akfarið lýkur tey ES-krøv sum vóru galdandi tá akfarið varð skrásett í viðkomandi landi.

Um allir kravdir upplýsingar finnast á ES- ella EØS-skrásetinarskjalinum, er ikki neyðugt við øðrum tøkniligum upplýsingum um akfarið.

Um ES-ella EØS-skrásetingarskjalið ikki inniheldur allar kravdar upplýsingar, kann Akstovan krevja skjalprógv fyri hesum viðurskiftum, sambært §24, stk.2, í skrásetingarkunngerðini. Slíkir upplýsingar skulu váttast av framleiðara ella importøri av viðkomandi akfari. Eisini kunnu hesir upplýsingar váttast av góðkendari royndarstovu ella góðkendari tekniskari tænastu.

Til hetta endamál kann nýtast eitt oyðublað sum kallast ”Dataerklæring” og sum er at finna á heimasíðuni hjá danska ferðslustýrinum (www.fstyr.dk).

Legg til merkis: Báðar síður á "Dataerklæring" skulu vera á sama pappírsarki.

 

Innflutningur úr einum landi uttanfyri ES ella EØS:

Um akfar verður innflutt úr einum landi uttanfyri ES ella EØS, skal somuleiðis útvegast upprunaliga skrásetingarskjalið hjá seinasta skrásetta eigara.

Er t.d. talan um eitt akfar sum er innflutt beinleiðis úr USA, hevur hetta skjalið heitið “Certificate of Title”.

Av tí at sera avmarkaðir upplýsingar um akfarið eru á hesum skjali, er altíð neyðugt at krevja ískoytis-upplýsingar um akfarið. Hetta skal gerast við eini ”Dataerklæring”, sum víst er til omanfyri í hesum teksti.

 

Skrásetingarsýn:

Fyri at akfarið skal kunna skrásetast í Føroyum, er neyðugt at fáa tað góðkent í sambandi við skrásetingarsýn.

Til skrásetingarsýnið skal skrásetingarskjal og ”Dataerklæring” havast við (um kravd), umframt útfyllt oyðublað ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum” sum er at finna á heimasíðuni hjá Akstovuni.

Um akfarið verður góðkent í sambandi við skrásetingarsýn, váttar sýnsmaðurin fyri hesum á nevnda oyðublaði.

 

Skráseting:

Oyðublaðið ”boðan til sýn og/ella skráseting av akførum” verður latið akfarsskrásetingini hjá Akstovuni, saman við útlendskum skrásetingarskjali og møguligari ”Dataerklæring”, tollkvittan, faktura og skjalprógvi um upprunavirði.

Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er og hevur undirskrivað fráboðan til sýn, hevur fastan bústað her á landi.

Eisini skal trygging vera teknað fyri akfarið, áðrenn tað kann verða skrásett.

Tá akfarið er skrásett hjá Akstovuni og viðkomandi gjøld eru goldin, kunnu nummarspjøldur útflýggjast.