Frámelding

Tá ið akfar verður frámeldað, verða nummarspjaldur/-spjøldrini latin inn til Akstovuna. Verða nummarspjaldur/-spjøldrini søgd at vera horvin, skal váttan um burturmist nummarspjaldur/-spjøldur undirskrivast av eigara og latast Akstovuni. Koma tey seinni aftur í aftur skulu tey beinanvegin latast Akstovuni.
Akstovan boðar tryggingarfelagnum frá at akfarið er frámeldað og útflýggjar ella sendir frámeldinarskjal til seinasta skrásetta eigara. Um frámeldingarskjalið skal útflýggjast til annan persón enn seinast skrásetta eigara, má váttan/fullmakt frá seinasta skrásetta eigara fyriliggja.

Skyldar akfarið veg- ella umhvørvisgjald, tá akfarið verður frámeldað, skal írestandi saldo verða goldin, áðrenn frámeldingarskjalið verður útflýggjað.