Umsýn

Tá ið akfarið ikki kann góðkennast við regluligt sýn, fær tað boð at møta til umsýn. Hetta merkir at tey brek ið eru skrásett á sýnsfrágreiðingini frá tí regluliga sýninum skulu vera umvæld áðrenn akfarið møtir til umsýn.

Um so er kann akfarið góðkennast, um tað annars er ílagi. 
 

Umsýn á góðkendum verkstaði:

Akstovan hevur eisini eina skipan, har verkstøð ið eru góðkend av Akstovuni, kunnu vátta at brek sambært seinastu sýnsfrágreiðing eru umvæld.
Akstovan kann so, grundað á slíka váttan, senda bileigaranum eina góðkenning, uttan at bilurin noyðist at koma til umsýn hjá Akstovuni.

Akfarið skal vera góðkent innan 6 mánaðir eftir boðan til sýn.
 

Hesi verkstøð eru góðkend av Akstovuni:

Bilverkstaður Bústaður

Reyni Service

Hoyvík og Klaksvík

P/F Wenzel

Tórshavn

Berg Motors

Tórshavn

Auto Service

Tórshavn

Waag & Company

Tórshavn

NN Service (Norðbil/Nordcar), Smiðjugerði 4

Tórshavn

Bilrøkt

Tórshavn

Verkstaðið á Frælsinum, á Frælsinum 15

Tórshavn

P/F Gervi, á Hjalla 6

Hoyvík

Bilverkstaðið v/ br. Andreasen

Norðskála

BBR Service

Lambareiði

Bil og dekkverkstaðið v/J. Heinesen

Klaksvík

Sp/f Kjartan Simonsen

Klaksvík

Bilservice v/ Theodor Fonn

Klaksvík

Verkstaðið hjá Neinbjørn Nattestad

Miðvágur

Carro Bilverkstaður

Sørvágur

Verkstaðið hjá Steintór Fagradal

Sandur

Sp/f O.K Heilsøla

Hvalvík

Sp/f Allround, Dekkservice í Saltangará

Saltangará

Stórbilar

Rituvík