Vísandi til: Løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017 Løgmaður hevur í løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, sum er ein broytingarlóg til ferðslulógina, kunngjørt nakrar broytingar í ferðslulógini, sum hava týdning, tá fólk skulu endurnýggjað koyrikortið við 70 ára aldur ella í øðrum førum søkja um koyrikort. Greitt er frá broytingunum niðanfyri:
- Kravið um nóg góða hoyrn verður strikað fyri koyrikort í flokki 1
Ein broyting er, at kravið í § 18, stk. 2, nr. 2 um nóg góð oyru (hoyrn) verður strikað fyri koyrikort í flokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla, vanligur bilur og stórt viðfestiakfar til vanligan bil).
Fyri koyrikort í flokki 2 (lastbilur, bussur, stórt viðfestiakfar til lastbil og buss, vinnuligur fólkaflutningur og góðkenning sum koyrilærari) er kravið framvegis galdandi um nóg góð oyru (hoyrn) fyri at fáa koyrikort til hesar bólkar.
- Kravið um læknaváttan til endurnýggjan við 70 ára aldur verður strikað
Ein broyting er, at gildi hjá koyrikorti í mesta lagi í § 18 b, stk. 1 verður hækkað úr 70 til 75 ár. Fyri tey koyrikort, sum ganga út og skulu endurnýggjast við 70 ára aldur, merkir hetta, at kravið um læknaváttan til koyrikort í flokki 1 (stórt prutl, motorsúkkla, vanligur bilur og stórt viðfestiakfar til vanligan bil) verður strikað. Koyrikort í flokki 1, sum gongur út við 70 ára aldur kann verða endurnýggjað við at lata inn umsókn, nýggja mynd og gjalda 150 kr. fyri koyrikortið.
Til endurnýggjingar av koyrikortið í flokki 2 (bólkarnir C-D-CE-DE, vinnuligan fólkafluttning og koyrilæraragóðkenning), krevst altíð læknaváttan og koyrikortið verður endurnýggja fimta hvørt ár til umsøkjarin hevur fylt 70 ár.
Kravið um læknaváttan fyri koyrikort í flokki 1 er í fyrsta lagi galdandi við endurnýggjan við 75 ára aldur, um ikki onnur serlig heilsukrøv eru galdandi. Frá tí fylta 74. ári til tað 80. árið, verður koyrikortið útgivið við 2 ára gildistíð og eftir tað 80. árið verður koyrikortið sum higartil, givið út við 1 ára gildistíð.
Um umsøkjari av koyrikorti til flokk 1, sum hevur fylt 73 ár men ikki 74 ár, velur at endurnýggjað koyrikortið við læknaváttan, kann koyrikort verða útgivið við 3 ára gildistíð, sbr. broytingini í § 18 b, stk. 3, 1. pkt.
Koyrikortkunngerðin verður dagførd samsvarandi.