Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur stovnurin eftirlitsdeildir í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy. Harafturat er sýnsstað á Sandi og í Sørvági. Á Akstovuni starvast 25 fólk, 23 eru starvssett á høvuðsdeildini í Tórshavn, umframt tveir eftirlitsmenn í Eysturoynni og ein partvíst í Suðuroynni.
Endamál
Endamálið við Akstovuni, er at virka fyri størri TRYGD í ferðsluni.
Hetta vilja vit uppnáa, við at veita eina góða TÆNASTU á einum arbeiðsplássi, har TRIVNAÐUR er í hásæti.
Søgan
Akstovan er stovnað í 1960 undir navnium Bileftirlit Føroya. Húsast varð í leigaðum hølum til 1987, tá flutt varð í nýggjan bygning á Hoyvíksvegi 57 í Tórshavn.
Umframt at stíla fyri koyriroyndum, fremja akfaratøkniligar kanningar og vera øðrum mynduleikum til hjálpar í ferðslumálum, varð virkisøkið munandi víðkað, tá Akstovan í 1996 yvirtók umsitingina av akfaraskránni og koyrikortskránni frá Føroya Landfúta. Í 2000 yvirtók stovnurin vegskattaumsitingina frá Føroya Gjaldstovu og í 2004 varð umsitingin av skrásetingargjøldum yvirtikin frá Toll og Skattstovu Føroya.
Í 2005 varð navnið broytt til Akstovan, sum úrslit av menning av organisatiónini, samstundis sum vit eisini fingu nýtt búmerkið.
Bygnaður
