19.6.25

Kunning um krøvini til GSR II

Av tí at danska stakfyriskipanin um akfør, sum byggir á EU-lóggávu, er sett í gildi í Føroyum, so eru hesi krøv eisini galdandi í Føroyum.

Akfør skulu typugóðkennast eftir EU-fyriskipan 2018/858.

Vísandi til EU-fyriskipan 2019/2144 um trygd og vernd í akførum (GSR II), eru tíðarkrøvini fylgjandi:

Akfør, typugóðkend aftaná 6 juli 2022, skulu uppfylla krøvini í GSR II .

Akfør, skrásett aftaná 7 juli 2024, skulu lúka krøvini í GSR II. Í Danmark bleiv givin dispensation til 30 juni 2025 hesum viðvíkjandi. Akfør góðkend eftir hesum leisti mugu tí vera skrásett seinasta lagi 30 juni 2025.

Akstovan hevur verið í samband við Færdselstyrelsen í fleiri umførum um at fáa atgongd til hesar listar við akførum. Vísandi til GPDR vil Færdelstyrelsen ikki útlevera okkum hesar listar.

Er typugóðkenningin fyri akfarið eldri enn 6 juli 2022, kann akfarið ikki skrásetast. Men um akfari er á dispensionslistanum hjá importørinum, kann tað skrásetast. Váttan uppá at akfarið er á listanum skal fyriliggja. Hav í huga, at dispensionslistin gongur út 30 juni 2025

Hetta merkir í stuttum at:

  • Typugóðkenningin skal vera 2018/858
  • Typugóðkenningar dato (ikki produktiónsdato) á CoC, skal vera nýggjari enn 6. juli 2022
  • Restakfør við dispensatión skulu vera skrásett áðrenn 30 juni 2025.

EU fyriskipanin 2018/858 er galdandi fyri øll akfør, tó undantikið motorsúkklur, prutl og traktorar.