12.12.25

Akstovan viðger niðurstøðu um virðisgjald

17. september í ár kom Føroya Kærustovnur til ta niðurstøðu, at heimild ikki er í avgjaldslógini at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum eru skrásettir í tíðarskeiðnum frá 1.apríl 2024 til og við 31. desember 2024.

Avgerðin hjá Kærustovninum varð tikin í sambandi við eitt kærumál um áseting av virðisgjaldi á einum elbili, sum kærarin hevði innflutt í november 2024.

Tvítíddar reglur

Kærustovnurin avgjørdi at broyta avgerðina hjá Akstovuni. Kærustovnurin sigur í niðurstøðuni, at reglurnar um virðisgjald fyri elbilar eru ógreiðar og tvítíddar. Sagt í stuttum metir stovnurin, at ósamsvar er millum ávikavist grein 3 og 7 í avgjaldslógini, har fyrra greinin áleggur motorakførum við ravmagni ella vetni at rinda virðisgjald, meðan seinna greinin undantekur somu akførum hesa skylduna.

Kærustovnurin metir tí, at heimild ikki er í avgjaldslógini at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum eru skrásettir í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 2024 til og við 31. desember 2024.

Fáa nærri at vita

Akstovan kannar í løtuni møguleikan fyri at skjóta avgerðina hjá Kærustovninum inn fyri Føroya Rætt. Akstovan miðar eftir at hava tikið støðu til hetta í seinasta lagi miðskeiðis í mars 2026.

Verður avgerðin skotin innfyri Føroya Rætt, er rættarstøðan í málinum ikki greið, fyrr enn málið er liðugt avgreitt í rættarskipanini.

Fólk, sum hava keypt elbil tíðarskeiðið 1. apríl - 31. desember 2024, fáa nærri at vita, tá ið Akstovan hevur tikið støðu til, um málið verður lagt fyri rættarskipanina.