Umskipanir verða í næstum framdar í sýnunum hjáAkstovuni. Við broytingunum, sum fevna um akfør í Sandoynni og Norðoyggjum,verður sýnskapasiteturin nýttur effektivari
Tað eru bæðihølisumstøður, staðseting og effektiviseringar sum gera, at Akstovan umskiparsýnini av akførum í Sandoynni og í Norðoyggjum.
Í september 2026 verðurdeildin hjá Akstovuni á Sandi latin aftur. Hetta hevur við sær, at øll akfør íSandoynni frameftir skulu sýnast í Havn. Sýnshøllin á Sandi er eftirhondinigomul og ótíðarhóskandi. Uppstigan av høllini til at lúka dagsins tørv er kostnaðarmikil,og tí er avgerð tikin um at miðsavna sýnini í Havn.
Mett verður ikki, atbroytingin verður til stórvegis ampa hjá bileigarum í Sandoynni. ViðSandoyartunlinum er samferðslukervið so mikið væl útbygt, at lætt er at ferðastaftur og fram. Nógv fólk í Sandoynni starvast í meginøkinum, og tað kemur meiraenn so fyri, at fólk biðja um at fáa bilin sýnaðan í Havn, tí tað er høgligariá veg til ella frá arbeiði.
Í Norðoyggjum fevnabroytingarnar einans um kamping- og viðfestisvognar. Sýnini av hesum vognumverða frá 1. mai 2026 flutt úr Klaksvík til Saltangará.
Umstøðurnar í og rundanum sýnshøllina í Klaksvík eru trongar og avbjóðandi til dagliga virksemið.Hetta ger tað so at siga ógjørligt at sýna vognrað, t.v.s. akfør við kamping-og viðfestisvognum. Kamping- og viðfestirvognarnir við eini heildarvekt omanfyri 750 kg skrásettir í Norðoyggjum eru lutfalsliga fáir í tali, og íSaltangará er tøkur kapasitetur at sýna hesar vognar.
Broytingarnar fevna ikkium persón- og vørubilar í Norðoyggjum. Teir verða framhaldandi sýnaðir íKlaksvík.