14.4.26

799 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur 14.04.2026 latið politistøðunum kring landið 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.