Akstovan hevur mánadagin 26.10.2026 latið politistøðunum kring landið 629 mál um eftirstøðu fyri veg og umhvørvisgjøld, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár 2026.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldin veg- og umhvørvisgjøld tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.