Uppgávan
Uppgávan fevnir m.a. um:
- Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
- Sýnsumsiting
- Málsviðgerð
- Kassauppgerð
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur, hevur góð samstarvsevni og góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Starvið krevur eisini, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við aðrar starvsfelagar, at tú ert væl skipað/-ur, ert fleksibul og før/-ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Royndir í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.
Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Andrass Hammershaimb, deildarleiðara, á telefon 780412.
Umsóknir
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 24. mai 2026.
Starvið verður sett tann 1. juli 2026 ella skjótast til ber.
