Vit søkja eftir einum próvdómara til Akstovuna til setan í januar 2027. Hevur tú hug at arbeiða við ungum fólkum í einum spennandi umhvørvi, so eigur henda starvslýsing at hava tín áhuga. Talan er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv.
Uppgávan
Uppgávan fevnir í høvuðsheitum um:
- Fyriskipan av koyriroyndum
- Próvdøming av ástøðis og verkligum koyriroyndum
- Dagføring og tillrættaleggjan av próvtilfari
- Avgreiðsla av viðskiftafólki
- Eftirlit við koyriskúlum
- Aðrar uppgávur eftir tørvi
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við námsfrøðiligum førleika ella líknandi, sum hevur kunnleika til og áhuga fyri ferðsluástøði og biltekniska økinum. Tað er ein fyrimunur um ein hevur royndir og útbúgving sum próvdómari ella líknandi starvi frammanundan. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og evni og áhuga at arbeiða sjálvstøðugt við fólki. Tú ert fyrikomandi og kundavinaligur og má kunna taka sjálvstøðugar avgerðir í samsvari við galdandi reglur á økinum. Góðir málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum og at arbeiða við teldu er eitt krav eins og tað er eitt krav at tú hevur koyrikort til vanligan bil. Tað ein fyrimunur um tú hevur koyrikort til flestøll akfør. Tú mást vera til reiðar at eftirútbúgva teg innan málsøkið og vera sinnaður at taka koyrikort til øll akfør.
Setanartreytir
Starvið er lønt í lønarflokki 5 eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á tlf. 350418.
Umsóknir
Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2026.
Starvið verður sett 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
