Umsóknarfreist:
17.8.25

Hevur tú hug at vera okkara næsti próvdómari?

Vit søkja eftir einum próvdómara til Akstovuna. Hevur tú hug at arbeiða við ungum fólkum í einum spennandi umhvørvi, so eigur henda starvslýsing at hava tín áhuga. Talan er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv.

Uppgávan

Uppgávan fevnir í høvuðsheitum um:

- Fyriskipan av koyriroyndum
- Próvdøming av ástøðis og verkligum koyriroyndum
- Dagføring og tillrættaleggjan av próvtilfari
- Avgreiðsla av viðskiftafólki
- Eftirlit við koyriskúlum
- Aðrar uppgávur eftir tørvi

Førleikakrøv

Vit hugsa okkum ein persón við námsfrøðiligum førleika ella líknandi, sum hevur kunnleika til og áhuga fyri ferðsluástøði og biltekniska økinum. Tað er ein fyrimunur um ein hevur royndir og útbúgving sum próvdómari frammanundan. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og evni og áhuga at arbeiða sjálvstøðugt við fólki. Tú ert fyrikomandi og kundavinaligur og má kunna taka sjálvstøðugar avgerðir í samsvari við galdandi reglur á økinum. Kunnleiki at arbeiða við teldu er eitt krav eins og tað er eitt krav at tú hevur koyrikort til vanligan bil og ein fyrimunur um tú hevur koyrikort til flestøll akfør. Tú mást vera til reiðar at eftirútbúgva teg innan málsøkið.

Setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á tlf. 350418.

Umsóknir

Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast sum teldupostur til: akstovan@akstovan.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. august 2025.

Starvið verður sett 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu.