Søkt verður eftir avloysara til skrivstovuna, fyri starvsfólk ið fer í farloyvi, at byrja 1. mai 2026,. Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 1. september 2027.
Uppgávan
Uppgávan fevnir m.a. um:
- Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
- Skráseting av koyrikortum
- Umsiting av tíðum til ástøðis- og koyriroyndir
- Málsviðgerð
- Kassauppgerð
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kundavinarligur, hevur góð samstarvsevni og góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Starvið krevur eisini, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við aðrar starvsfelagar, at tú ert væl skipað/-ur, ert fleksibul og før/-ur fyri at tillaga teg, um umstøður ella uppgávur broytast.
Royndir í aðrari almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.
Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvssetanin hoyrir undir Fíggjarmálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 5. apríl 2026.
