Minst til plastkortið

Skalt tú út at ferðast? So er ikki nokk at hava talgilt koyrikort á telefonini. Eitt talgilt koyrikort lættir um her í Føroyum og í Danmark, har tað lýkur somu treytir sum fysiska kortið. Men talgilda koyrikortið kann tó ikki brúkast, tá ið tú fert at ferðast uttanfyri Danmark, so tá mást tú hava fysiska plastkortið við tær.