Er persónurin frádømdur koyrirættin treytað og hevur fingið koyriforboð, skal viðkomandi, fyri at fáa koyrirættin aftur, standa eina eftiransandi koyriroynd. Ein eftiransandi koyriroynd er sett saman av eini ástøðiligari og eini verkligari koyriroynd.
Áðrenn farast kann til eftiransandi koyriroynd, skal umsøkjarin hava fingið serliga koyrifrálæru, hjá góðkendum koyrilærara, sum er góðkendur til tann bólk, sum serliga koyrifrálæran snýr seg um. Serliga koyrifrálæran skal í minsta lagi fevna um 7 skúlatímar í frálæruhøli og 8 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru. Frálæran til serligu koyrifrálæruna skal í minsta lagi verða givin í 8 frálærudagar.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn har umsøkjarin váttar á umsókina.
- Væltroffin passmynd. (hattleys)
- Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 550,-
- Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-