Ásetingarnar um fyrstuhjálp í ferðsluni eru at finna í § 21a og fylgiskjali 8, í koyrikortkunngerðini (Kunngerð nr. 129 frá 26. september2018 um koyrikort og koyrifrálæru).
Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Sama ger seg galdandi fyripersónar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D og útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning. Tey sum skulu taka koyrikort til bólk AM (lítið og stórtprutl) skulu hava lokið skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um koyrikortið ynskist útgivið áðrenn umsøkjarin hevur fylt 18 ár.
Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni skal vera fyriskipað av lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 8 tímar, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni.
Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan skal hava oyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni, tó hálvtannað ár tá umsókn umkoyrikort til bólk AM verður latin Akstovuni.
Hetta merkir, at tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni, fyri at kunna sleppa til teoretiska og verkliga koyriroynd.
Somuleiðis skulu tey, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkararnar B (vanligan bil) og D(buss) og koyrilæraragóðkenning, saman við umsókn um koyrikort, lata Akstovuni skeiðsprógv við váttan um fyrstahjálp í ferðsluni, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt.
Akstovan hevur eitt ávíst tíðarskeið góðskrivað prógv sum partvíst hava livað upp ásetingarnar til skjal 8 í koyrikortkunngerðini, men í samráð við Dansk Førstehjælpsråd er hendan siðvenjan avtikin. Akstovan góðkennir sostatt ikki longur onnur skeið enn tey, ið verða fyriskipað av lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd, at fremja skeið í fyrstahjálpí ferðsluni.