Koyring í Danmark við føroyskt skrásettum lastbilum og bussum

Koyring í Danmark við føroyskt skrásettum lastbilum ogbussum

Í sambandi við koyring í Danmark, er tað eitt krav atførarin skal kunna skjalprógva sína koyri- og hvílutíð, tá koyrt verður viðlastbilum og bussum.

Lastbilar og bussar, sum vóru skrásettir á fyrsta sinniáðrenn 1. januar 2006 høvdu eina koyriskivu til skráseting av koyri- oghvílutíðini. Eftir 1. mai 2006 skuldu nevndu akfør hava eina digitalaskrásetingarskipan, sonevndur Tachografur til skráseting av koyri- oghvílutíðini. Til hetta endamál krevst eitt serligt førarakort, sum bert kannverða útgivið í samsvari við altjóða sáttmálan um koyri- og hvílutíð.

Umframt at hava førarakort og virksomhedskort, skululastbilar og bussar eisini hava eitt loyvi til altjóða flutning av farmi fyrifremmanda rokning á donskum landaøki og loyvi til altjóða flutning avferðafólki við bussi á donskum landaøki.

Hetta loyvi fæst við lata inn umsókn um loyvi til koyring í Danmark til Akstovuna, sum so útflýggjar fyritøkuni loyvi frá danska Ferðslustýrinum,sum skal havast við í bilinum, tá koyrt verður í Danmark.  

 

Vegleiðing til føroyskar bussfyritøkur og lastbilafyritøkurum førarakort og virksomhedskort

Tá søkt verður um loyvi til koyring í Danmark, skal gerastvart við, at bussar við talgildum takografi eisini skulu hava førarakort tilbilføraran og virksomhedskort til fyritøkuna.

 

Viðvíkjandi koyri- og hvílitíðarreglum fyri føroyskarbussar í Danmark

Fyri at føroyskir bussar skulu kunna koyra í Danmark, skuluteir halda galdandi reglur um koyri- og hvílutíð. Hetta merkir, at bussurinskal hava ein góðkendan takograf, sum skrásetir koyring og arbeiðstíð hjábilføraranum.

 

Takografur

Takografurin er eitt eftirlitstól í bussinum, sum skrásetirkoyritíð, hvílutíð, arbeiðstíð og ferð. Tvey sløg av takografum finnast,nevniliga talgildur takografur og analogur takografur.

Um bussurin hevur ein talgildan takograf, skal fyritøkanhava eitt virksomhedskort, og bilførarin skal hava eitt persónligt førarakort.Hesi kortini verða sett í takografin og brúkt, meðan koyrt verður.

Um bussurin hevur ein analogan takograf, verða í staðinbrúktar takografskivur, sum eru pappírsskivur, ið skráseta koyring ogarbeiðstíð. Í hesum føri er ikki neyðugt við hvørki førarakorti ellavirksomhedskorti.

 

Umsókn um førarakort

Føroyskir borgarar kunnu á jøvnum føti við borgararbúsitandi í Danmark søkja um førarakort á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen:

https://www.fstyr.dk/erhverv/gods-bus-og-varebil/takograf/ansoeg-om-takografkort-mv#ekspeditionskontorer

Umsóknin kann sendast talgilt umvegis www.borger.dk, um umsøkjarin hevur MitID.Føroyingar kunnu fáa MitID umvegis Ríkisumboðið á heimasíðuni www.rigsombudsmanden.fo
Tað ber ikki til at senda umsóknina við telduposti.

Tað er eisini møguligt at møta upp persónliga á einari avavgreiðslunum hjá Færdselsstyrelsen í Danmark og lata umsóknina inn har. Hettakann gerast á avgreiðslunum í Kastrup, Kolding ella Aalborg:

Færdselsstyrelsen København

Amager Strandvej 390

Bygning A, 3. sal

2770 Kastrup

 

Færdselsstyrelsen Kolding

Egtved Alle 6

6000 Kolding

 

Færdselsstyrelsen Aalborg

Sofievej 61

9000 Aalborg

 

Viðgerð og útflýggjan av førarakorti

Danska landsfólkayvirlitið og føroyska landsfólkayvirlitiðeru ikki samkoyrd. Hetta merkir, at tá ein borgari við bústaði í Føroyum søkirum førarakort, kann viðgerðartíðin verða longri. Færdselsstyrelsen skal millumannað fáa vátta adressuna umvegis føroyskar myndugleikar. Harumframt útfyllurFærdselsstyrelsen eina manuella umsókn og eitt stamkort og sendir tað tilkortframleiðaran Thales, sum framleiðir takografkortini.

Vanliga tekur framleiðslan av førarakortinum í minsta lagieina viku, svarandi til umleið fimm arbeiðsdagar, men mælt verður til at vera ígóðari tíð, tá førarakort skal bíleggjast. Førarakortið verður sent beinleiðisheim til umsøkjaran, uttan so at ein hevur valt at heinta kortið á einumav avgreiðslunum hjá Færdselsstyrelsen, sí adressur omanfyri. Tá tað lidnaførarakortið er komið til avgreiðsluna, verður umsøkjarin uppringdur og færeini boð umvegis Digital Post (um møguligt).

Velur umsøkjarin at fáa kortið sent við posti, ertýdningarmikið, at navnið á umsøkjaranum stendur á postkassanum, og at navniðsamsvarar við tað navn, sum varð upplýst í umsóknini. Annars kann postboðiðnokta at lata brævið.

Um umsøkjarin hevur fingið eina váttan frá Færdselsstyrelsenumvegis Digital Post um, at “Din ansøgning er færdigbehandlet”, menumsøkjarin framvegis ikki hevur móttikið kortið innan tríggjar vikur, verðurmælt til at seta seg í samband við Færdselsstyrelsen.

Meira kunning um vegleiðing og treytir eru at finna á hesileinkjuni:

https://www.fstyr.dk/publikationer/vejledning-om-digital-ansoegning-af-foererkort-takografkort

 

Umsókn um virksomhedskort frá fyritøkum í Føroyum

Føroyskar fyritøkur kunnu søkja um virksomhedskort við atfylla út umsóknina, sum er at finna á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen:
https://www.fstyr.dk/blanketter-og-ansoegninger/ansoeg-om-virksomhedskort-takografkort

Umsóknin kann annaðhvørt sendast við telduposti til info@fstyr.dkella latast inn á einum av avgreiðslunum hjá Færdselsstyrelsen, sí adressuromanfyri.

Umsóknin skal merkjast “Ansøgning om virksomhedskort –Færøsk virksomhed”.

 

Gjald

Tað er møguligt at rinda fyri virksomhedskortið umvegis bankaflyting:

Reg. 0216-4069 2302 61 - Minst til at upplýsa V-tal (CVRnummarið)

Frá útlendskari konto:

IBAN: DK42 0216 4069 2302 61

BIC/SWIFT: DABADKKK

MobilePay kann brúkast í Danmark, men henda loysnin riggarikki í Føroyum enn.

 

Møguligar avbjóðingar í sambandi við bílegging avvirksomhedskorti til føroyskar fyritøkur

Tá føroyskar fyritøkur søkja um virksomhedskort, kunnunakrar praktiskar avbjóðingar stinga seg upp. Ein av hesum er, at føroyskarfyritøkur ikki hava eitt danskt V-tal (CVR-nummar). Í donsku skipanini er V-tal(CVR-nummar) samansett av átta tølum. Tá føroyska nummarið er styttri enn áttatøl, skulu nullir (0) setast frammanfyri nummarið, so tað tilsamansverður átta tekn, t.d. 0000xxxx.

Tá Færdselsstyrelsen tekur ímóti umsóknum frá føroyskumfyritøkum, skal Færdselsstyrelsen eisini útfylla eina manuella umsókn og sendahana til kortframleiðaran Thales, sum framleiðir takografkortinini. Av tí atumsóknin verður send við posti, kann hetta eisini gera, at viðgerðartíðinverður longri.

Um fyritøkan rindar fyri virksomhedskortið við bankaflyting,kann tað eisini taka nakrar dagar, áðrenn Færdselsstyrelsen fær vátta, atgjaldið er móttikið. Hetta kann eisini hava ávirkan á samlaðu viðgerðartíðina.

 

Útflýggjan av virksomhedskorti

Virksomhedskortið verður vanliga sent til V-tals adressunahjá fyritøkuni. Av tí at føroyskar fyritøkur ikki eru skrásettar í donskuskipanini, kann virksomhedskortið eisini latast einum av avgreiðslunum hjáFærdselsstyrelsen, sí adressur omanfyri, ella Færdselsstyrelsen kann sendavirksomhedskortið til føroysku adressuna, sum er skrásett í www.skraseting.fo

Um virksomhedskortið verður sent við posti, kann leveringintaka longri tíð. Mælt verður til at vera í góðari tíð, tá virksomhedskort skalbíleggjast.

 

Løgfrøðiligt grundarlag

Danmark er sum ES-limaland bundið av ES-fyriskipan (EF) nr.561/2006. Sambært grein 2, stk. 3, litra b í hesi fyriskipan skulu akfør úrlondum uttanfyri ES eisini fylgja reglunum um koyri- og hvílutíð á teimumvegastrekkjum, sum verða koyrd innan ES.

Hetta merkir, at føroyskir bussar skulu halda reglurnar íAETR-sáttmálanum, tá koyrt verður í Danmark. Reglurnar eru eisini innarbeiddarí donsku kunngerðina um koyri- og hvílutíð.

ES-fyriskipanin kann lesast her:
https://eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/?uri=CELEX:02006R0561-20241231

Danska kunngerðin kann lesast her:
https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2025/4

 

Eftirlit við takografi

Takografurin skal til regluligt eftirlit hjá einum góðkendummekanikara í minsta lagi annaðhvørt ár. Eftirlitið skal tryggja, attakografurin riggar rætt, eitt nú at hann hevur typegóðkenning, atinstallationsplátan er fastgjørd, at plomberingar eru í lagi, og at kalibreringog dekkstødd samsvara við reglurnar.

Øverst på formularenIvamálog trætur

Viðvíkjandi ivamálum og trætum, verður víst til Færdselsstyrelsen, sum er avvarandi myndugleiki á økinum.