Fyri vørubil N1 verður goldið 20% í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum.
Skrásetingarskyldug motorakfør gjalda sbr. § 8, eitt CO2-avgjald í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).
Er CO2 útlátið ikki upplýst, ásetir Akstovan CO2 útlátið sambært upplýsingum úr øðrum skipanum á alnótini um tøkniligar upplýsingar á akførum.
Er CO2 útlátið ikki upplýst, og ikki er møguligt at útvega upplýsingarnar á annan hátt, verður eitt umhvørvisavgjald sbr. § 10, stk. 5, á vørubilum ásett við euronorminum sum útrokningargrundalagi.
Dømi (CO2 útlát 244 g/km):
Dømi - Stórur vørubilur við heildarvekt á 2.700 Kg og yvir
Við WLTP CO2-útláti á 264g/km
Dømi (CO2 útlát ikki upplýst, men Euro normur í staðin):
Verður vørubilur skrásettur sum persónvognur, áðrenn 10 ár (120 mánaðir) eru gingin frá skrásetingini sum vørbilur, verður virðisavgjaldið goldið sbrt. § 3, stk. 1, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðunum.