Tá ið akfarið ikki kann góðkennast við regluligt sýn, fær tað boð at møta til umsýn. Hetta merkir at tey brek ið eru skrásett á sýnsfrágreiðingini frá tí regluliga sýninum skulu vera umvæld áðrenn akfarið møtir til umsýn.
Um so er kann akfarið góðkennast, um tað annars er ílagi.
Umsýn á góðkendum verkstaði:
Akstovan hevur eisini eina skipan, har verkstøð ið eru góðkend av Akstovuni, kunnu vátta at brek sambært seinastu sýnsfrágreiðing eru umvæld.
Akstovan kann so, grundað á slíka váttan, senda bileigaranum eina góðkenning, uttan at bilurin noyðist at koma til umsýn hjá Akstovuni.
Akfarið skal vera góðkent innan 6 mánaðir eftir boðan til sýn.
Hesi verkstøð eru góðkend av Akstovuni: