Tjaldbilar (autocamparar) - § 7, stk. 1, nr. 7 (Innflutt brúkt motorakfør)

Tjaldbilar (autocamparar), ið upprunaliga eru verksmiðjuframleiddir sum tjaldbilar, eru undantiknir virðisavgjaldi.

Tjaldbilar eru ikki undantiknir CO2-avgjald, og má CO2 útlátið tí framganga í coc- skjalinum ella í útlendska skrásetingarskjalinum,um teir skulu kunna skrásetast í Føroyum.

Uppbygdir tjaldbilar, ið upprunaliga ikki eru verksmiðjuframleiddir sum tjaldbilar, skulu lúka hesar treytir fyri at verða undantiknir virðisavgjaldi:

  1. eginvektin skal vera oman fyri 2.500 kg,
  2. hæddin í tjaldkabinuni skal vera í minsta lagi 170 cm,
  3. innrættaður sum tjaldbilur, við fast uppsettum køki,
  4. møguleika at reiða upp til í minsta lagi 4 verulig sovipláss,
  5. tað skal ikki vera neyðugt, at taka burtur ella flyta bilsetur fyri at nýta køkin.

Dømi:

Upprunavirði kr. 203.800
CIF virði kr. 203.800
Virðisgjald kr. 0
WLTP CO2-avgjald: 208 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 68 gram á 200 kr. kr. 13.600
Tilsamans kr. 15.700
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 20.700