Smábussar M2, til vinnuligan fólkaflutning - § 7, stk. 1, nr. 3 (Nýggj motorakfør)

Smábussar M2 til 10 – 19 fólk, førarin íroknaður, sum eru góðkendir til vinnuligan ferðafólkaflutning, eru undantiknir virðisavgjaldi.

Treytir fyri skráseting av smábussi til vinnuligan ferðafólkaflutning:

Skrásetti eigarin skal hava:

  1. koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss (bólkur DV)

Dømi (CO2 útlát 254 g/km)

Fakturaprísur kr. 351.403
CIF virði kr. 351.403
Virðisgjald kr. 0
WLTP CO2-avgjald: 254 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 110 gram á 200 kr. kr. 22.000
<250 g = 4 gram á 350 kr. kr. 1.400
Tilsamans kr. 25.500
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 30.500

Verður smábussurin, sum er góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, skrásettur sum persónbilur til privata nýtslu, áðrenn 120 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum smábussur, góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðinum.