Smábussar M2, til vinnuligan fólkaflutning - § 7, stk. 1, nr. 3 (Innflutt brúkt motorakfør)

Smábussar M2 til 10 – 19 fólk, førarin íroknaður, sum eru góðkendir til vinnuligan ferðafólkaflutning, eru undantiknir virðisavgjaldi.

Treytir fyri skráseting av smábussi til vinnuligan ferðafólkaflutning:

Skrásetti eigarin skal hava:

  1. koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til buss (bólkur DV)

Dømi:

CO2 útlát 254 g/km
Upprunavirði kr. 351.403
CIF virði kr. 351.403
Virðisgjald kr. 0
WLTP CO2-avgjald: 254 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 110 gram á 200 kr. kr. 22.000
<250 g = 4 gram á 350 kr. kr. 1.400
Tilsamans kr. 25.500
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 30.500

Verður smábussurin, sum er góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, skrásettur sum persónbilur til privata nýtslu, áðrenn 120 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum smábussur, góðkendur til vinnuligan ferðafólkaflutning, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 120 mánaðinum.

Smábussar M2 og persónbilar M1 til ellis- og røktarheim - § 7, stk. 1, nr. 4)

Smábussur M2 og persónbilur M1 til fleiri enn 5 fólk, førarin íroknaður, sum verða skrásettir til at koyra fólk á ellis- og røktarheimum, sambýlum, vardum bústovnum og vardum verkstøðum, eru undantikin virðisavgjaldi.

Smábussurin ella persónbilurin skal við loyvi frá Akstovuni skrásetast í navni stovnsins.

Treytir fyri skrásetingini:

  1. stovnurin skal vera ein almennur stovnur
  2. akfarið verður skrásett í navni stovnsins
  3. navnabræv ella p-tal hjá ábyrgdarhavandi stovnsleiðara

Dømi:

CO2 útlát 310 g/km
Upprunavirði kr. 325.756
CIF virði kr. 325.756
Virðisgjald kr. 0
WLTP CO2-avgjald: 310 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 110 gram á 200 kr. kr. 22.000
<250 = 60 gram á 350 kr. kr. 21.000
Tilsamans kr. 45.100
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 50.100

Verður smábussurin ella persónbilurin skrásettur til aðra privata nýtslu, áðrenn 72 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini í navni stovnsins, verður virðisavgjald goldið, sbrt § 3, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 72 mánaðunum