Persónbilur M1 – skrásettur uttanlands minni enn 5 ár - § 6, stk. 1

Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett uttanlands í minni enn 5 ár, verður avgjaldsskylduga virðið niðurskrivað 10% árliga av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.

Skrásetingarskyldug motorakfør gjalda sbr. § 8, eitt CO2-avgjald í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).

Dømi (bilur sum hevur verið skrásettur uttanlands í meira enn 1 ár, men minni enn 2 ár):

CO2 útlát 193 g/km
Upprunavirði kr. 83.630
Farmagjald kr. 2.717
CIF virði kr. 86.347
Niðurskriving - 10% 90% av kr. 86.347 kr. 77.712
Virðisgjald 50% av kr. 77.712 kr. 38.856
WLTP CO2-avgjald: 193 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 53 gram á 200 kr. kr. 10.600
Tilsamans kr. 12.700
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 56.556

Dømi (bilur sum hevur verið skrásettur uttanlands í meira enn 4 ár, men minni enn 5 ár):

CO2 útlát 139 g/km
Upprunavirði kr. 132.656
Farmagjald kr. 2.717
CIF virði kr. 135.373
Niðurskriving - 40% 60% av kr. 135.373 kr. 81.224
Virðisgjald 50% av kr. 81.224 kr. 40.612
WLTP CO2-avgjald: 139 g/km
>140 g = 139 gram á 15 kr. kr. 2.085 kr. 2.085
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 47.697

Persónbilur M1 – skrásettur uttanlands í 5 ár ella longri - § 6, stk. 2

Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldsskylduga virðið 50% av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.

Skrásetingarskyldug motorakfør gjalda sbr. § 8, eitt CO2-avgjald í landskassan, tá motorakfarið verður skrásett. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).

Dømi (bilur sum hevur verið skrásettur uttanlands í meira enn 6 ár, men minni enn 7 ár)

CO2 útlát 228 g/km
Upprunavirði kr. 128.305
Farmagjald kr. 1.680
CIF virði kr. 129.985
Niðurskriving - 50% 50% av kr. 129.985 kr. 64.993
Virðisgjald 50% av kr. 64.993 kr. 32.497
WLTP CO2-avgjald: 228 g/km
>140 g = 140 gram á 15 kr. kr. 2.100
140 - 250 g = 88 gram á 200 kr. kr. 17.600
Tilsamans kr. 19.700
Burturbeiningargjald kr. 5.000
Í alt at gjalda kr. 57.197