Nummar­spjøldur

Nummarspjøldur skulu vera rætthyrnt (rektanguler) ella puntskapað, og á teimum skulu vera tveir bókstavir framman fyri tal, ið hevur 3 taltekn. Vinstrumegin á nummarspjaldrinum er blátt øki við føroyskum flaggi og kenningarbókstavunum "FO".

Akfaraskráin kann loyva, at akfør verða útgjørd við nummarspjøldrum við eini samanseting av bókstavum og/ella tølum eftir ynski hjá eigaranum (ynskinummarspjøldur).

Skrásetingarskyldugt akfar skal hava 2 nummarspjøldur, ið verða sett framman og aftan á akfarinum. Puntskapað nummarspjøldur verða sett aftan á akfarinum. Motorsúkklur og viðfest akfør skulu tó bert hava eitt nummarspjaldur, ið verður sett aftan.
Nummarspjaldrið skal vera á ásýniligum stað, loddrætt ella næstan loddrætt og vinkulrætt á longdarásin hjá akfarinum.

Ynskinummarspjøldur

Umsókn um ynskinummarspjøldur skal latast akfarskránni á einum serligum oyðiblað. Oyðublaðið skal vera undirskrivað persónliga av tí sum ynskir samansetingina ella undirskrivað sambært skrivliga fulltrú frá hesum. Fulltrúin skal viðleggjast. Saman við umsóknini skal umsøkjarin gjalda upphæddina fyri rættin til ynskinummarspjøldrini umframt upphæddina fyri nummarspjøldrini.

Eru fleiri umsóknir um somu samanseting, verður samansetingin latin tí, hvørs umsókn er latin inn fyrst.

Ynskinummarspjøldur skulu vera samansett av í minsta lagi 2 og í mesta lagi 6 føroyskum og/ella donskum bókstavum og/ella tølum. Samansetingar sum longu eru skrásettar kunnu ikki latast. Samansetingar mugu ikki vera ósømiligar ella kunna vera øðrum til ampa.

Lýkur umsøkjarin treytirnar at fáa rættin til at nýta ynskinummarspjøldur, ger og útflýggjar akfarsskráin nummarspjøldrini til viðkomandi. Útflýggjan av ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

Rætturin at nýta ynskinummarspjøldur kann ikki verða latin øðrum, og er galdandi í 8 ár frá útflýggjanini av nummarspjøldrunum. Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld. Umsókn um hetta skal vera lata inn áðrenn tíðarskeiðið, rætturin er galdandi fyri, er farið, tó í fyrsta lagi 3 mánaðir áðrenn.

Tann, sum hevur rættin til eina samanseting, kann, tá ynskinummarspjøldrini eru avmeldað, innan 1 ár aftaná avmeldingina av nummarspjøldrunum, bíleggja samansetingina til skráseting til sama eigara. Um bíleggingin verður gjørd seinni, er rætturin til samansetingina burturdottin.
Í førum, har hýruvognur við ynskinummarspjøldrum, sum er knýttur at bilstøð, verður seldur nýggjum eigara, sum hevur yvirtikið hýruvognsloyvi saman við hýruvogninum, og partarnir eru samdir um, at nýggi eigarin kann fáa loyvi at nýta somu samanseting av ynskinummari á hýruvogninum, eru treytirnar hesar:

  • ynskinummarspjøldur skulu latast Akstovuni og frámeldast,
  • tann sum eigur rættin til samansetingina av ynskinummarinum, má fráskriva sær rættin, sum hann eigur í 1 ár sbrt. § 49b, stk 2, í skrásetingarkunngerðini,
  • nýggi eigarin má søkja um rættin til samansetingina á umsóknaroyðublað um ynskinummarspjøldur,
  • nýggi eigarin rindar kr. 6.000.- fyri samansetingina av ynskinummarinum, sbrt. ferðslulógini § 64h, stk. 1, nr. 1, og eigur rættin til ynskinummarið í 8 ár, sbrt. § 49b, stk. 1, í skrásetingarkunngerðini, samstundis sum hann fær útflýggjað  ynskinummarspjøldrini móti gjaldi.

Ynskinummarspjøldur, sum eru bíløgd skulu verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir bíleggingina og áðrenn tíðarskeiðið, sum tey eru galdandi fyri, er farið. Við bíleggingina verður upphæddin fyri nummarspjøldur inngoldið. Útflýggjan av bíløgdum ynskinummarspjøldrum er treytað av, at tað akfarið, sum ætlanin er at seta ynskinummarspjøldrini á, verður fráboðað til skrásetingar.

Gjaldið fyri ynskinummarspjaldur er kr. 6000,-

Avmarkaði ynskinummarspjøldur

Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bókstavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsókn um avmarka ynskinummarspjøldur skal latast Akstovuni. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl.Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummarspjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynskinummarspjøldur.Gjaldið fyri avmarkaðið ynskinummarspjøldur er kr. 1.000,-

Triðja nummarspjaldur

Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummarspjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farmur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðurnar eru slíkar, at aftara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt.

Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bókstavir og/ella tøl.

Bílegging av einum triðja nummarspjaldri fer fram á Akstovuni, og skrásetingarskjalið skal verða víst fram.

Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.

Burturmist nummarspjaldur

Er nummarspjaldur burturmist ella skatt og tí ólesandi ella ónýtiligt av øðrum orsøkum, skal akfarsskráin hava boð um tað alt fyri eitt.

Hevur akfarið bert eitt nýtiligt nummarspjaldur, kann løgreglan geva skrivligt loyvi til framhaldandi nýtslu av akfarinum við teirri treyt, at tað nýtiliga nummarspjaldrið verður sett aftan á akfarinum. Loyvið, ið skal vera tíðaravmarkað, skal vera havt við, tá ið koyrt verður, og víst løgregluni, um hon biður um tað.

Samtíðis sum nýggj nummarspjøldur verða útflýggjað í staðin fyri tey, ið eru burturmist, skal váttan um burturmist nummarspjaldur/-spjøldur útfyllast og latast Akstovuni. Kemur burturmist nummarspjaldur aftur í aftur, skal tað alt fyri eitt verða latið Akstovuni. Eru nummarspjøldrini ónýtilig, skulu tey latast Akstovuni samtíðis, sum nýggj nummarspjøldur verða útflýggjað.

Royndarspjøldur

Bráfeingis ella hissini koyring við skrásetingarskyldugum akførum, sum ikki eru skrásett, er loyvd, tá ið givið verður gætur eftir niðanfyri nevndu reglum, soleiðis at akfarið í staðin fyri vanlig nummarspjøldur fær royndarspjøldur.

Royndarspjøldur kunnu verða lænt fyri longri tíð (føst spjøldur) ella fyri styttri tíð (leys spjøldur).

Koyring við royndarspjøldrum er bert loyvd í niðanfyri nevndu førum:

a)    Roynd og stilling av nýggjum akførum ella koyriroynd vegna umvæling av akførum, harafturímóti ikki tilkoyring av nýggjum ella umvældum akførum.
b)   Tá ið akfar verður sýnt fram ella roynt vegna sølu. Akfarið má ikki samstundis havast til aðra nýtslu so sum aðra koyring fyri virkið. Heldur ikki má akfarið samstundis verða nýtt til vanliga stuttleikakoyring ella til farmaflutning út um tað, ið neyðugt er til at sýna tað fram, og tað má ikki lænast møguligum keyparum til sjálvstøðugt at royna akfarið. Keyparin, næstingar hansara og fólk, ið eru keyparanum til hjálpar við at meta um akfarið, kunnu stýra tí, tá ið seljarin ella umboð hansara eru í akfarinum. Sýningar- og royndarkoyring má bert fara fram eftir áheitan í hvørjum einstøkum føri frá møguligum keypara av akfari av sama slagi; hetta geldur tó ikki framsýning fyri sølumenn.
c)    Tá ið farið verður eftir akfari, ella tað verður latið aftur vegna umvæling ella latið út vegna sølu.
d)   Koyring, ið neyðug er í sambandi við skráseting ella góðkenning av akfarinum.
e)    Flutningur av akfarinum til annan sølumann, annan sølu- ella framsýningarstað ella aðra goymslu.
f)    Koyring í sambandi við upp- ella innskipan av akfari, sum kemur ella fer sum farmur.

Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl. 06.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar.