Motorsúkklur - § 5 (Innflutt brúkt motorakfør)

Fyri motorsúkklur við mortorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands í minni enn 5 ár, er virðisgjaldið 35% av avgjaldsskylduga virðinum sbrt. § 6. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands í 5 ár ella longri, er virðisavgjaldið 65% av avgjaldsskylduga virðinum sbrt. § 6.

Motorsúkklu eru undantiknar CO2-avgjaldi, sbrt. § 9, stk. 1, nr. 1).

Motorsúkklur rinda ikki burturbeiningargjald.

Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett uttanlands í minni enn 5 ár, verður avgjaldsskylduga virðið niðurskrivað 10% árliga av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.

Dømi (motorsúkkla, ið hevur verið skrásett uttanlands í meira enn 4 ár, men minni enn 5 ár)

Upprunavirði kr. 50.000
Farmagjald kr. 1.500
CIF virði kr. 51.500
Niðurskriving - 40% 60% av kr. 51.500 kr. 30.900
Virðisgjald 35% av kr. 30.900 kr. 10.815
Í alt at gjalda kr. 10.815

Fyri motorakfar, ið hevur verið endaliga skrásett í útlandi í 5 ár ella longri, er avgjaldsskylduga virðið 50% av upprunaliga virðinum á motorakfarinum, tá tað var spildurnýtt.

Dømi (motorsúkkla, ið hevur verið skrásett uttanlands í meira enn 6 ár, men minni enn 7 ár)

Upprunavirði kr. 50.000
Farmagjald kr. 1.500
CIF virði kr. 51.500
Niðurskriving - 50% 50% av kr. 51.500 kr. 25.750
Virðisgjald 65% av kr. 25.750 kr. 16.738
Í alt at gjalda kr. 16.738