Hýrubilar og skúlaakfør eru undantikin virðisavgjaldi.
Fyri at skráseta motorakfar sum sum hýruvognur ella skúlavognur / -súkkla, krevst loyvi frá Akstovuni.
Hýruvognur:
Treytir fyri loyvinum:
Skrásettur eigari skal hava:
- koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til persónbil (bólkur BV),
- skrásettur eigari í Tórshavnar kommunu, skal hava hýruvognsloyvi frá kommununi.
- navnabræv ella p-tal.
Pant verður tinglýst í hýruvogninum svarandi til virðisavgjaldið í 20 mánaðir.
Dømi – hýruvognur (CO2 útlát 228 g/km):
Skúlavognur / -súkkla:
Treytir fyri loyvinum:
Skrásetti eigarin skal hava:
- koyrikort sum góðkendur koyrilærari til viðkomandi koyrikortsbólk,
- navnabræv ella p-tal
Pant verður tinglýst í skúlavogninum / -súkkluni svarandi til virðisavgjaldið í 20 mánaðir.
Dømi – skúlavognur (CO2 útlát 189 g/km):
Verður hýruvognur ella skúlavognur / -súkkla skrásett til privata nýtslu, áðrenn 30 mánaðir eru gingnir frá skrásetingini sum hýruvognur ella skúlavognur / -súkkla, verður virðisavgjaldið goldið, sbrt. §§ 3 – 5, lutfalsliga samsvarandi tíðini, sum restar í teimum 30 mánaðunum.
Verður hýruvognur ella skúlavognur / súkkla selt til sama vinnuliga endamál, skal keyparin hava loyvi frá Akstovuni.