Altjóða koyrikort

Um handhavi av føroyskum koyrikorti ætlar at koyra bil í øðrum londum enn Evropa, verður mælt til áðrenn fráferð at kannað, um tað í komulandinum er eitt krav um altjóða koyrikort, sum skjalprógv afturat føroyska koyrikortinum. Akstovan er vitandi um, at onkur statur í USA krevur altjóða koyrikort, sum skjalprógv afturat føroyska koyrikortinum.

Tað er politiið í Føroyum, sum útgevur altjóða koyrikort og umsókn um altjóða koyrikort finst á heimasíðuni hjá politinum á hesi leinkjuni: https://www.politi.dk/Faeroeerne/fo/Borgerservice/Blanketter/

Umsóknarblaðið verður sent til:
Føroya Landfúti
Yviri við Strond 17
Postboks 3018
110 Tórshavn

Hesi skjøl skulu leggjast saman við umsóknini:

  • avrit av báðum síðum av galdandi koyrikorti
  • nýggj mynd stødd 3,5 x 4,5 cm
  • kvittan fyri gjald á kr. 150,00


Roknast má við eini avgreiðslutíð uppá eina viku frá tí, at Fútaskrivstovan hevur móttikið umsóknina.