19-02-2014

Váttan av upprunaprísi fyri innfluttar bilar

Kann tann sum innflytur bilin ikki skjalprógva upprunavirðið á innflutta bilinum við uppruna faktura fyri ítøkiliga akfarið ella útvega váttan frá fra...

Avtala er gjørd við 8 bilasølur um váttan av upprunaprísi í sambandi við skráseting av innfluttum bilum.

 

 

Kann tann sum innflytur bilin ikki skjalprógva upprunavirðið á innflutta bilinum við uppruna faktura fyri ítøkiliga akfarið ella útvega váttan frá framleiðara ella góðkendum umboði fyri ítøkiliga akfarið, kann viðskiftafólkið í staðin venda sær til avvarðandi bilasølu í Føroyum, fyri móti gjaldi at útvega sær upprunaprís fyri ítøkiliga akfarið (tvs. uppá skrokknummar).

Treytin er, at bilasølan fær avrit av útlendska skrásetingarskjalinum.


Hesar bilasølur eru fevndar av avtaluni:


Bilasølan v/Øssur Johannesen P/F

P/F Wenzel

Reyni Service P/F

Nordcar P/F

Sp/f Norðbil

P/F Auto Service

P/F Waag & Company

Berg Motors

Øll tíðindi