17-03-2009

Uppskot um broytingar í ferðslulógini

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, leggur í dag fram um broytingar í ferðslulógini fyri Løgtingið

 

 

Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum.
Ein broyting er, at sett verður nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum.
Tað er staðfest, at um førari er ávirkaður av rúsevnum, so økir hetta munandi um vandan fyri ferðsluvanlukkum. Serstakliga verður vandin øktur, um rúsevni verða tikin saman við rúsdrekka. Talan er um ein vaksandi trupulleika.

Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni til staðfesting av rúsevnum
Ein broyting er, at støddirnar av alkoholstyrkini í útandingarluft verða settar í lógina, og kann hetta nýtast sum prógv í rúsdrekkamálum. Til tess at staðfesta hvussu stór alkoholstyrkin í útandingarluft er, verður nýtt eitt próvalkometur, ið er eitt tól, sum við stórum neyvleika kann máta alkoholstyrkina. Hóast útandingarluft nú kann nýtast sum prógv í rúsdrekkamálum, verður tað tó neyðugt framhaldandi í ávísum førum at kunna taka blóðroynd.

Løgreglan fær eisini heimild til at taka sveitta- ella spýttroynd ella at kanna eyguni hjá viðkomandi, fyri skjótt at kunna staðfesta, um viðkomandi er ávirkaður av rúsevnum.

Markið millum promillukoyring og rúsdrekkakoyring verður strikað.
Ein broyting er, at markið millum promillukoyring og rúsdrekkakoyring verður strikað, og verður alt sum nú er oman fyri 0,50 promillu nevnt rúsdrekkakoyring. Tó verður revsingin framhaldandi gjørd í stigum. Sektirnar fyri rúsdrekkakoyring, verða nú ásettar við atliti at inntøkuviðurskiftunum hjá viðkomandi, umframt støddini á alkoholpromilluni.

Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeið) í samband við frádøming fyri rúsdrekkakoyring
Ein broyting er, at um persónur hevur mist koyrirættin treytað vegna rúsdrekkakoyring, so verður krav sett um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeið). Sama krav hevur verið galdandi fyri treytaleysa frádøming vegna rúsdrekkakoyring.

Herðing av reglunum fyri frádøming av koyrirættinum og herðing av revsingini fyri koyring ávirkaður av rúsdrekka, rúsevnum ella brot á føraraevnikravið
Ein broyting er, at tíðarskeiðið sum treytaleys frádøming kann verða givin fyri, verður longt úr minst 2 ár og 6 mánaðum upp til minst 3 ár, tá talan er um, at persónur hevur havt meira enn 1,20 promillu í blóðinum í førinum fyrstu ferð, í mun til higartil 2,0 promillu.

Eisini verður reglan strikað, har rúsdrekkamisnýtarar skulu kunna fáa koyrikortið skjótari aftur enn onnur, um teir fara í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Revsingin fyri m.a. brot á reglurnar um koyring ávirkaður av rúsdrekka, rúsevnum ella brot á føraraevnikravið verður herd, og revsingin skal vera tann sama sum revsingin fyri rúsdrekkakoyring. Undir herðandi umstøðum kann revsingin hækka upp til fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, móti higartil 1 ár.

Herdar reglur um trygdarútgerð, forboð fyri ferðafólki í last- ella vørurúmi og hækkan av sektum
Ferðslutrygdarligar broytingar verða soleiðis, at tað verður bannað at hava ferðafólk í last- ella vørurúmi, og reglurnar um trygdarbelti og fallhjálm á motorsúkklum verða herdar.

Ein broyting er, at sektirnar á ferðslulógarøkinum verða hækkaðar og gjørdar einfaldari. Eisini verður skotið upp, at sektir innan ferðslulógarøkið verða lagdar saman, soleiðis, at verða framd fleiri ymisk brot, so verða sektirnar lagdar saman við fullari upphædd. 

 

Uppskotið sæst her

Øll tíðindi