06-06-2013

Uppskot til kunngerð um nýtslu av dekkum til hoyringar

Innlendismálaráðið hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um nýtslu av dekkum til hoyringar.

Innlendismálaráðið hevur sent uppskot til nýggja kunngerð um nýtslu av dekkum til hoyringar.

Broytingin ber í sær, at í tíðarskeiðnum 1. desember til 30 apríl verður kravt, at akfør skulu verða skødd eftir, hvussu føri er. Tað merkir, at um hálka er, er ikki loyvt at koyra við summardekkum, uttan so at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum. Tá ið hálka ikki er, kann framvegis koyrast við summardekkum í omanfyri nevnda tíðarskeiði.

Í staðin fyri summardekk kunnu vetrardekk merkt MS (Mud and Snow) ella píkadekk nýtast

Hoyringsfreistin er sett til fríggjadagin 28. juni 2013.

Uppskotið sæst her.

Øll tíðindi