01.07.2021

Undirskriva eigaraskiftið við talgildari undirskrift

Framyvir kanst tú gera eigaraskiftið beinleiðis á Vanganum, tá ið tú skalt keypa ella selja bil.

Í eina tíð hevur Akstovan gingið á odda innan fyri talgilding, har føroyingar kunnu fara á Vangan at síggja koyrikortið, skrásett akfør, sýnstíðir og broyta sýnstíðir. Nú verða Akstovan tey fyrstu at bjóða sínum viðskiftafólki nýggju talgildu undirskriftu hjá Samleikanum.

Og nú kann keyp og søla av brúktum akførum eisini fram á Vanganum, tí nú kanst tú brúka talgilda undirskrift hjá Samleikanum, sum er á jøvnum føti við handskrivaðu undirskriftina. Hetta ger allan handilin nógv lættari fyri báðar partar. 

Tað eru nógv, sum seta síni brúktu akfør til sølu á sosialum miðlum. Í Føroyum fara fleiri enn 8000 eigaraskifti fram hvørt ár. Tá er eingin millummaður, og handilin fer fram millum keypara og seljara. Men sjálvt eigaraskiftið skal skrásetast hjá Akstovuni, so rætti viðkomandi rindar vegskatt.

Hendan mannagongdin verður lættari nú: Keyparin fer inn á Vangan og skrásetur upplýsingar um seg og bilin, og síðan fær seljari ein teldupost um, at eitt skjal liggur klárt á Vanganum at undirskriva við Samleikanum.

So fær Akstovan skjølini og kann fara undir eigaraskiftið og á tann hátt veita føroyingum eina nógv betri tænastu, sum tey kunnu brúka, akkurát nær og hvar tað passar teimum.

"Vit arbeiða áhaldandi fyri at veita eina betri tænastu. Við at bjóða fleiri talgildar tænastur kunnu fólk nú sjálvi gera av, nær tey avgreiða síni viðurskifti við okkum." – Tórunn Miðberg, deildarleiðari á Akstovuni

Øll tíðindi