14-06-2019

Umhvørvis-merki í samband við koyring í týskum býum

Tað er soleiðis at summir týskir býir hava ávís umhvørvis-økir, har krav er um at bilurin hevur eina sokallaða "Umwelt-plakette", ið er eitt umhvørvis

Akstovan hevur fingið fleiri fyrispurningar viðvíkjandi umhvørviskrøvum í samband við bilkoyring ávísum týskum býum.

 

 

Tað er soleiðis at summir týskir býir hava ávís umhvørvis-økir, har krav er um at bilurin hevur eina sokallaða "Umwelt-plakette", ið er eitt umhvørvis-merki, ið sigur hvussu umhvørvis-vinarligur bilurin er.

 

Bilar, ið ikki hava slíkt merki, hava ikki loyvi at koyra í hesum økjum.

Gjørt verður tó vart við at tað ikki er neyðugt hjá fólki, ið ikki skulu inn í hesi økir, at hava slíkt umhvørvis-merki á bilinum.

"Umwelt-plakette" kann keypast á heimasíðuni:

http://www.umwelt-plakette.de/int_daenemark.php?SID=2g3hc12g72qjg551mmcof6fm02

Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá FDM fyri at lesa góð ráð um umhvørvismerkir aðrastaðir í Europa.

Kan lesast á hesari leinkju

 

Øll tíðindi