04-07-2006

Trygg klæðir til motorsúklutúrin

Trygg klæðir til motorsúklutúrin

 

Svørtu leðurklæðini eru ikki bara ein rá ímynd, men eisini ein týdningarmikil verja, um óhapp skuldi hent. Tað hevur nevniliga stóran týdning fyri trygdina, hvussu tú ert klæddur, tá tú koyrir á motorsúklu



Fyri tann, sum koyrir á motorsúklu er sera umráðandi, at útbúnaðurin er á hægsta støði hvat dygd viðvíkur.
Vit prenta her nøkur góð ráð frá Búgva Apol, verkfrøðingi, sum er deildarleiðari á Sýnsdeildini hjá Akstovuni. Hann skrivar millum annað:

 

Klæðini

"Hóast leðurjakkin kanska hevur ein symbolskan týdning, er hann samstundis eitt funktionelt plagg, ið umframt at verja ímóti kulda, eisini verjir kroppin ímóti "asfalt-eksemi" um óhappið skuldi hent. Leðurklæðir hava altíð verið nýtt í sambandi við mc-koyring, kanska serliga motorítrótt.
Umframt at vera vindtætt, er leðrið eisini sera slitsterkt. Hetta merkir, at hóast tú skuldi farið sendandi ein túr eftir asfaltinum, so er leðrið framvegis millum tey klædnapløgg, ið best tola eina slíka viðferð uttan at hol kemur á.
Draktirnar, sum fáast í dag er væl útgjørdar við sokallaðum "protektorum", ella verjum.
Hetta er plast-skálir, ið eru innbygdar í draktina, og sum sita á serliga útsettum støðum eitt nú knøum, herðum og albogum. Eisini kann ryggverja vera innbyggd í draktina. Endamálið við hesum verjum er at verja beinagrindina, og serliga liðirnar, ímóti stoyti.
Hóast ein road-racing leðurdrakt helst er tann tryggasta útgerðin at koyra í, hevur hon sínar avmarkingar.
Hon er ikki vatntøtt og harumframt er hon sniðgivin soleiðis at hon skal passa perfekt tá ið tú situr á súkkluni. Tískil er hon ikki serliga góð at vera í, tá ið tú fer av súkkluni. Heldur ikki hevur tú møguleika at lata teg úr einum parti av draktini, av tí, at hon er í einum stykki.
Ístaðin kanst tú velja eina tvídeilda drakt, ið verður samlað um miðjuna við einum snarlási, soleiðis at til ber bert at lata seg úr bert øðrum partinum. Tvídeilda draktin hevur somu trygd sum heildraktin.
Vansin við leðurdraktunum er, at tær eru ikki vatntættar.

 

Gore-Tex


Í dag fáast vatntøtt klæðir, ið næstan kunnu sammetast við leðurklæðini í slitstyrki Gore-Tex klæðini eru vatntøtt, men kunnu "anda".
Navnið Gore-Tex kemur av membraninum í klæðnum. Hesin membranur er soleiðis háttaður, at hann bert er tættur annan vegin. Tað vil siga, at vatn kann ikki koma inn í klæðini, men tó sleppur sveitti út.
Uttaná eru hesi klæðir gjørd úr sokallaðum Cordura, ið er eitt sera sterkt tekstil-evni. Eisini kunnu hesi klæðir vera styrkt við Kevlar.
Gore-Tex klæðini fáast eisini við innbygdum verjum.
Sostatt eru hesi klæðir bæði eru sterk og vatntøtt, og kunnu nýtast til mc-koyring í øllum veðri.
Í mun til road-racing draktina eru hesi klæðir gjørd so mikið víð, at tú kanst hava vanlig klæðir innanfyri. Vansin við, at klæðini ikki sita eins tætt at kroppinum eins og leðurdraktn, er at tey kunnu hava lyndi til at flagsa, tá ið koyrt verður við høgari ferð. Vandi er eisini fyri, at verjurnar ikki sita nóg fast í víðu klæðunum í sambandi við óhapp.
Eisini kann GoreTex membranurin, ið er sera tunnur, skrædna, soleiðis at klæðini fara at leka.


 

Hvat skalt tú velja


Skalt tú koyra í øllum veðri, er lítil ivi í at GoreTex klæðini eru tann besta loysnin.
Sama hvørji klæðir tú velur, er tað skilagott eisini at fáa sær eina ryggverju at hava innanfyri jakkan.
Harðar verjur eru tryggari enn tær bleytu, ið til dømis kunnu vera úr skúmgummi. Tí er best, at ryggverjan hevur verjustykkir úr hørðum plastikki ella líknandi.

 

Stivlar og handskar


Tá ið hendurnar eru serliga útsettar í samb. við óhapp, er tað skilagott at keypa handskar ið eru serliga styrktir á knúgvum og handflatum.
Sjálvt um nógv merkir reypa um vatntættleika, vísa royndirnar at hetta ofta knípir, um tú keypir bíliga.
Vil man tryggja sær eitt nú tættar stivlar, skalt tú velja einar úr teimum hægru prísklassunum. Hetta loysir seg í seinasta enda.

 

Hjálmur

Tá ið tað ræður um tryggleika, er heilhjálmurin tann tryggasti.
Um vit hyggja at uttasta skalinum á hjálminum, so kann hetta vera gjørt úr heilstoyptum plasttilfari, sokallaðum termoplasti, ella onkrum slagi av fipur-styrktum plasttilfari. Vanliga eru teir bíligu hjálmarnir gjørdir úr termoplasti, meðan teir dýraru eru úr fipurtilfari.
Fyrimunurin við fipurstyrktum plasti er at hetta ikki kann brotna í fleiri partar. Sjálvt um brot kemur á skalið, vil hetta altíð hanga saman í fiprunum. Tí má hetta tilfar roknast fyri at vera tryggari enn termoplasti. Eisini eru fipur-hjálmarnir, serstakliga kolfipur, oftast lættari enn termoplasthjálmarnir.
Hetta skal tó ikki skiljast sum at termoplast-hjálmurin ikki er tryggur.
Allir hjálmar ið eru á marknaðinum ídag skulu nevniliga vera góðkendir eftir ávísum trygdarreglum. Fyri at fáa góðkenning skulu teir ígjøgnum fleiri ymiskar royndir fyri at kanna, um teir eru nóg tryggir.
Tað er týdningarmikið at hjálmurin situr væl á høvdinum. Hann má hvørki vera ov leysur ella ov fastur, men sita so passaliga, at tú ikki fært ampa av honum..
Tað kann næstan samanberast við at keypa skógvar. Við tíðini vil hann hjálmurin "forma" seg eftir høvdinum, og tá má hann ikki gerast ov víður.
Tá ið ein nýggjur hjálmur verður royndur, ger tað sostatt onki um hann er eitt lítið sindur trongur, tá ið hetta broytist við tíðini.
Samanumtikið kann sigast, at bæði viðvíkjandi trygd og hentleika er best at keypa útbúnað av tí dýrara slagum til motorsúklukoyringina.

Øll tíðindi